Fagraberg á veg heim at landa

Lastin er full, og leiðin er løgd heim til Føroya. Gongst, sum ætlað, verður Fagraberg á Fuglafirði týskvøldið Teir, sum sigla við svartkjaftatrolaranum Fagrabergi, hava júst lagt út á sína heimasíðu, at skipið nú er fult, og leiðin er løgd heim til Føroya við lastini.

- Vit eru á veg heim at landa, hava fulla last, umleið 3.150 tons av svartkjafti.

Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, verður ætlandi á Fuglafirði týskvøldið.

Seinastu tíðina hava svartkjaftaskipini roynt á leiðini vestur úr Írlandi.

Sum februar mánaði gongur, tekur svartkjafturin seg vanliga norðureftir, og sum tíðin líður, verður styttri hjá føroysku skipunum at sigla heim til Føroya við veiðini.

Tá ið komið er út á várið, er svartkjafturin komin í føroyskan sjógv.