Seinnapartin kemur Fagraberg til Tvøroyar við 200 tonsum av makreli og 150 tonsum av sild.
Hendan túrin hevur Fagraberg partrolað við Tróndi í Gøtu.
Makrelurin er á veg út um føroyska markið og inn í ES-sjógv. Fagraberg hevur roynt einar 140 fjórðingar í landnyrðing úr Fugloynni.