Fagraberg og Høgaberg báðir fullfermdir av sild

Í gjár og seinastu nátt hevur nógv sild verið at fingið á feltinum, har tey flestu føroysku skipini eru.

Fagraberg og Høgaberg, sum hendan túrin hava samtrolað eftir sild, fóru til fiskiskap um ólavsøkutíðina, teir leitaðu norðureftir og komu í sild leygardagin norðuri á 72 gradum, har hava ikki verið nógv skip - eini trý onnur pør.

Leygardagurin og sunnunáttin gav nógv, bæði Fagraberg og Høgaberg hava fulla last, nú teir sigla heim. Fagraberg kemur á Fuglafjørð og Høgaberg landar í Íslandi.