Fagraberg siglir inn til Ellingsøy við góðum 800 tonsum av makreli. Tað hevur ligið væl fyri, teir komu á fiskileið sunnudagin, eftir at hava landað 580 tons av makreli leygardagin eisini í Ellingsøy, teir høvdu bara tvey stutt tov í nátt og fingu góð 800 tons.
Makrelkvotan hjá Fagraberg er nú øll fiskað.










