Fagraberg inn við 3000 tonsum

Teir hava úr at gera í Havsbrún í løtuni við at landa svartkjaft.

Síðstu dagarnar hava fleiri skip landa í Fuglafirði, og í løtuni standa skipini nærum í røð at landa.


Í gjár landaði Høgaberg umleið 2300 tons av svartkjafti, í dag landar Jupiter 1500 tons av svartkjafti, leygardagin landar Christian í Grótinum umleið 1500 tons av svartkjafti, og í løtuni er Fagraberg á veg inn á Fuglafjørð við 3000 tons av svartkjafti, ið eftir ætlan verður landað sunnudagin.


Harvið tekur Havsbrún hesar fýra dagarnar móti umleið 8300 tonsum av svartkjafti.