Fagraberg landar í dag 1.500 tons av lodnu i Neskaupstaði í Íslandi.
Teir komu til Neskaupstaðar í gjárkvøldið, og í dag verður veiðan so landað til Sildavinnsluna. Lodnan verður fryst og fer til matna.
Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen er hetta annar túrurin hjá Fagrabergi á lodnuveiði undir Íslandi, og eftir hin fyrra túrin løgdu teir veiðina upp í Føroyum.
Onkur av manningini, sum plagar at vera á netinum, upplýsir, at Fagraberg hevur veitt lodnuna við nót.