Fagraberg er farin at sigla til Noregs við 1200 tonsum av sild, sum verður landað til matna í Ellingsøy, teir verða væntandi í Ellingsøy seinnapartin fríggjadagin. Teir hava hendan túrin partrolað saman við Finni Fríða á 73 stigum N.
Finnur Fríði partrolar nú saman við Jupiter, teir hava havt tvey hál, eitt uppá 800 tons og hitt uppá 500 tons, meðalstøddin á sildini, sum teir fáa har, er heldur minni enn á sildini, sum fekst suðuri á 66 stigum, støddin liggur um 280 gram.
Veðrið hevur verið hampuligt á leiðini, men í dag er frískur vindur.