Fagraberg 1000 tons í tveimum tóvum

Hetta er besta tíð til svartkjaft, og okkurt bendir á, at fiskiskapurin av álvara er við at taka seg upp

Fiskivinna

 

Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, er nú á veg til lands av øðrum túri í ár, fullfermdur við svartkjafti.

- Fiskiskapurin hevur verið góður seinastu tveir dagarnar, og seinastu tvey tóvini fingu vit 1000 tons tilsamans.

Av Fagrabergi frætta vit, at skipið landar veiðina til Havsbrún í Fuglafirði í kvøld.