Fagnaðu ukrainsku gestunum á Tórsvølli

Hálvleiksstøðan í HM undankappingardystinum millum Føroyar og Ukraina er 2-0 til gestirnar

Tað er hálvleikur á Tórsvølli, har føroyska kvinnulandsliðið í kvøld hevur vitjan av Ukraina.

 

Undan dystarbyrjan savnaðust spælararnir í báðum liðunum og tóku felagsmynd við ukrainska flagginum frammanfyri spælararnar. Hetta var fyri at vísa, at føroyskur fóbóltur og kvinnulandsliðið hugsa um og stuðla ukrainska landsliðnum og Ukraina, sum nú í meiri enn eitt hálvt ár hevur verið hersett av Russlandi.

 

Fyrsta bríksl var klokkan 18.00, og nú tær fara at hvíla seg, er hálvleiksstøðan 2-0 til ukrainsku gestirnar.

 

Gestirnir løgdu fyri sum eitt ódnarveður, og tá ið eitt korter var farið, var støðan 2-0. Fyrra málið skoraði Nadiia Kunina í 12. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti  hon um munin til 2-0.

 

Síðan lætti trýstið nakað, og føroysku spælararnir hava í løtum megnað at varðveita bóltin. Stórar fimm minuttir undan steðgin hevði Føroyar besta møguleikan, tá ið Ansy Sevdal Jakobsen við handara stólpa setti høvdið undir bóltin eftir horna úr vinstru frá systrini Heidi Sevdal, men bólturin fór skeivu megin stólpan.

 

 

 

Føroyar – Ukraina (0-2)

 

0-1:Nadiia Kunina 12.

 

0-2: Nadiia Kunina 15.

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen – Mona Rasmusardóttir, Ansy Sevdal Jakobsen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal – Lea Lisberg