Nemo úr Sveis vann í gjárkvøldið ársins Eurovision, og tað merktis í heimbýi hansara, Biel.
Har vóru viðhaldsfólk hansara í veitslurómi á gøtum og strætum. Býurin fyrireikar nú eina almenna móttøku til heiðurs fyri 24 ára gamla Nemo, sum vann við sanginum »The Code«.
– Nemo, tú ert tann besti! Tú gjørdi tað! Tú vann Eurovision! Tú sannførdi øll við tíni megnar framførslu, verður sagt á profilinum hjá býnum á sosiala miðlinum X.
– Tillukku! Býru tín, Bienne, er sera errin av tær: Bravo og takk, stendur víðari.
Biel er kendur bæði við franska og enska navninum: Biel og Bienne. Býurin er í útnyrðingspartinum av Sveis og er størsti tvímælti býur í landinum.
Framman fyri einum risa skíggja vóru fleiri hundrað fólk møtt fyri at síggja Eurovision finaluna live úr Malmø í Svøríki og at heppa upp á Nemo.
Stuðlarnir hjá Nemo sótu við borð umgird av food trucks og fingu eina øl ella eitt glas av víni í góða summarveðrinum á gøtuni í General Dufour Street.
Tey veiftraðu við sveisiska flagginum, stóðu á beinkjunum og sungu við sanginum hjá Nemo, meðan tey fagnaðu honum við lógvabrestum og rópum.
/ritzau/