Fagnaðarløta fyri rógvarum

Á hátíðarløtu í Hólmahúsinum týskvøldið varð eisini kunngjørt, at Eiðis Róðrarfelag hevur sett nýggjan venjara

Martin Kristoffur Kristiansen hevur í dag lagt ein greinastubba út á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - og greinastubbin snýr seg um eina fagnaðarløtu, sum var á Eiði týskvøldið í vikuni.

 

Hetta vóru rógvarar hjá Eiðis Róðrarfelag, sum hetta kvøldið vórðu fagnaðir í Hólmahúsinum eftir sera góð avrik til DM í Gladsaxe í Danmark. 

 

- Tilsamans vunnu teir seks rógvararnir 17 heiðursmerki: 5 gull, níggju silvur og trý bronsu, skrivar Eiðis kommuna.

 

Sagt verður, at hátíðardámur var í luftini í Hólmahúsinum. Guðrun Ejdesgaard, forkvinna í róðrarfelagnum og Jógvan í Skorini, borgarstjóri, søgdu nøkur orð við høvið.

 

Eftir hetta var møguleiki at avmynda dugnaligu rógvararnar, sum veruliga gjørdu um seg í Danmark.

 

##med2##

 

Á hátíðarløtuni í Hólmahúsinum varð eisini kunngjørt, at Eiðis Róðrarfelag hevur sett nýggjan venjara, og venjarin er 41 ára gamla klaksvíkingin John Reid Ziska Jacobsen.

 

- Við hesum vilja vit ynskja Victoriu, Onnu Drós, Jóhonnu, Róki, Eyðbjørg og Eiðis Róðrarfelag hjartaliga tillukku við flotta avrikinum, siga tey í Eiðis kommunu.

 

##med3##

 

##med4##