Í dag – fyri einum ári síðani – læu og grótu fólk av glaðari sinnisrørslu, tá hesin karismatiski politiski úrmælingurin vann forsetaembætið í USA.
Í gjárkvøldið, eitt ár seinni, staðfestu úrslitini av lokalvalunum í New York, at demokratarnir - og óbeinleiðis vantandi politisku úrslitini hjá sjálvum forsetanum Obama – hava fingið ein lúsing frá veljarunum.
Hvat eru útlitini hjá Obama? Var hann bert ein sápubløðra? Ella hevur hann meira í sær?
Fyri 4 áratíggjum síðani hevði hann – bara vegna sín húðalit - verið blakaður á dyr á flestu almennu støðum í USA. Nú er fremsti tjóðarhalgidómurin hjá amerikanarunum, sjálvi Hvítu Húsini, hansara dagliga arbeiðspláss og bústaður hjá honum, teirri vinnandi Michelle og børnum teirra.
”Change – nýggj tíð er komin”!
Í dag - júst fyri einum ári síðani – hendi tað ófatiliga, at svarti maðurin, Barack Hussein Obama, sonur muslimskan kenyanskan geitahirða, vann hægsta embætið í heiminum – forsetaembætið í sjálvum USA.
”Broyting og nýggj tíð er komin”, kunngjørdi Obama hetta kvøldið fyri øllum heiminum, sum fylgdi við frá fagnaðarfundinum í Grant Park í heimstaðarbýnum Chicago. Nú var Bush-tíðin farin, við hesum stívrenda og militaristiska afturhaldsforsetanum, sum elvdi til at antiamerikanisman víða um heimin blómaði sum á sjálvum døgum Nixons undir Vietnamkrígnum.
Obama hugtók allan heimun. Tiltrúgvin og vónirnar, einsvæl innan- og uttanlendis, vóru øgiligar til henda politiska úrmælingin av einum framúrskarandi og karismatiskum statsmanni.
Men longu tá lúrdi eisini óttin fyri, at hesar villu vónirnar vildu vera hansara størstu fíggindi, tá tær skuldu standa seg ímóti tí beiska politiska veruleikanum.
Obama tók við eini tjóð í størstu kreppu í trý fjórðingsøld
Obama tók við landsins leiðslu, tá USA stóð í djúpastu kreppu síðani altumfevnandi húsagangin fyri trý fjórðingsøld síðani.
Altjóða fíggjarkreppan, sum tók seg upp í USA, hevði sligið búskap og vinnu niður, so fyritøkur eru farnar av knóranum sum aldrin áður.
Arbeiðsloysið er økt upp í methæddir og er við at fara upp um 10% fyri alt landið, m.a. við teirri avleiðing at ótryggleiki og fátækradømið bara økist.
Tvey kríggj leikaðu á. Í krígnum í Afghanistan gongur bara eftir hæli, bæði í hernaðarliga stríðnum móti Taliban, og í politiska stríðnum fyri skipanarligum demokratiskum broytingum.
Á heimavøllinum hava verið størri trupulleikar og ógvisligari mótstøða enn væntað við at fremja tær hægstu politisku raðfestingarnar hjá Obama-stjórnini, fyrst og fremst við teim prestisjufullu reformunum á heilsu- og veðurlagsøkinum.
Tað hevur ikki gingið eftir vild
Tað gongur als ikki sum ætlað. Tiltrúgvin til at Obama megnar at fremja síni glæsiligu vallyftir er minkað i stórum. Tað vísa galluptølini, har undirtøkan er minkað úr 69% í jan. niður í 51% nú ársdagin fyri valsigurin.
Og í gjárkvøldu sóu vit valúrslitini á lokalvalunum í New York, at republikanararnir gjørdust stóru vinnarin. Hetta verður tikið sum ein dyggur smeitur fyri demokratarnar, eisini landspolitiskt og fyri forsetan sjálvan.
Hinvegin hava demokratarnir fingið eina álvarsliga ávaring um, at teir kunnu ikki longur dúva uppá valsigurin hjá Obama, men at teir mugu vinna á innanhýsis ósemjunum og koma við hondføstum politiskum úrslitum – um tað ikki skal gangast teimum so illa við miðskeiðsvalið næsta heyst, at teir missa meirilutan í Umboðsmannatinginum og harvið politisku maktina í Kongressuni
Men nú lýsnar umsíður fyri Obama
Nú tað longi hevur sæð dapurt út hjá Obama í stríðnum móti tí beiska politiska veruleikanum, tykjast endiliga at síggjast tekin um at gongdin er við at venda rætta vegin.
Vøkstur er komin í búskapin eftir stóru og drúgvu afturgongdina. 3. ársfjórðingur í ár vísti eina vend, sum longi hevur verið bíðað eftir. At búskapurin nú vísir ein vøkstur uppá 3,5% verður tikið sum eitt beinleiðis úrslit av væleydnaða fyrsta politiska ódnartakinum hjá Obama, við at fáa ta veldugu fíggjarliga bjargingarætlanina ígjøgnum Kongressina, við eini innspræning uppá 790 mia. dollars í kreppustungna amerikanska búskapin. Takkað verið hesum er vøkstur aftur komin í búskapin, sum verður mett at hava bjargað 6-700.000 arbeiðsplássum.
Samstundis er júst í hesum døgum við at eydnast hjá Obama at fremja eitt politiskt bragd, eitt einastandandi søguligt avrik, sum tey flestu eftirhondini høvdu mist trúnna uppá: nevnliga at fáa semju um tann stórfingna og víðfevnandi heilsureformin, sum verður størsti politisk reformur síðani stóri sosialu reformarnir í 1930-unum. Ein fyri og annar eftir hava forsetarnir undan honum roynt at fremja meir og minni víðfevndar heilsupolitiskar reformar – men hjá øllum er tað miseydnast – seinast hjá Bill Clinton fyri 12-15 árum síðani. Nú bendir alt á, at Obama verður maðurin, sum fer at klára tað.
Eydnast tað Obama at fáa heilsureformin ígjøgnum Kongressuna, fer hann at standa sum vinnarin – og tað fer at kasta so nógvar politiskar fyrimunir av sær, at sannlíkindini økjast fyri at røkka góðum úrslitum eisini á øðrum stórum reform-økjum sum t.d. veðurlagsøkinum.
Tað hevði verið best, men tað er ikki altavgerandi, um Obama og USA verða klár til eina endaliga avtalu á altjóða veðurlagsstevnuni COP15 í Keypmannahavn í næsta mánað. Tað týdningarmesta er, at tað eydnast Obama at fáa Kongressuna at taka undir við veðurpolitiska reforminum, so at heimsins máttmiklasta tjóð kann boða frá eini so avgjørdari nýggjari kós í veðurlagspolitikkinum, at veðurlagsstevnan í Keypmannahavn fer at standa sum ein lýsandi varði fyri einum altjóðapolitiskum siðaskifti í umhvørvis-, orku- og veðurlagspolitikkinum.
Amerikanarar ótolnast
”All hat and no cattle”. Hetta hugtakið havi eg hoyrt her yviri, sum amerikanarar – serliga teir sunnanfyri – spottandi siga um ein, ið bert brúkar stór orð, men lítið fær av skafti. Og hetta royna mótstøðufólkini hjá Obama nú at hongja uppá hann. Víðgongdu høgrakreftirnar leggjast eisini eftir honum við skitnastu ákærum, sum hugsast kunnu. Fyri at gera av við vónirnar og álitið til, at Obama kann skapa tær neyðugu nýskipaninar í amerikanska samfelagnum.
Tað er óivað so, at fagnaðarin er følnaður – at nakað av glansinum er farin av Obama. Tað ger kanska minni, tá Obama samstundis vísir seg at vera ein sinniligur og umhugsin statsmaður, sum ikki loypir framav, og sum er førur fyri at skapa neyðugu semjurnar millum mótstríðandi áhugamálini, bæði í Kongressuni og nógvu sterku, ymisku partarnar í amerikanska samfelagnum.
Men amerikanarar eru ótolnir – tað sóu vit á lokalvalunum í gjár – teir vilja ikki bíða alt ov longi eftir úrslitunum. Teir hava ótolnast eftir at fáa vend í búskapinum og arbeiðsloysinum. Har tykist nú at bragda. Somuleiðis við stórfingna heilsureforminum. Og eftir hann vænta tey, at hann so eisini fær semju um veðurlagspolitikkin.
Afghanistan aftur ovast á breddan
Amerikanarar - og allir teirra sameindu - ótolnast eisini meir og meir eftir, at forsetin tekur neyðugu avgerðina um hernaðarliga innsatsin í Afghanistan, sum bíðað hevur verið eftir nú í longri tí. Hetta málið, sum longi hevur staðið í aðru røð, er nú aftur komið ovast á breddan, og kravið er at forsetin kemur við einum útspælið, so tamarhald kann fáast á krígnum, so Taliban verður rikið aftur, so demokratiskar umstøður og trygd kunnu skipast í krígsherjaða landinum – við tí endamálið, at amerikansku og hinar útlendsku herdeildirnar kunnu taka seg úr landinum – á sama hátt so sum tað so væl tykist at eydnast í hinum stóra krígnum, sum Barack Obama arvaði, nevnliga Irak.
Eisini her kann forsetin við røttu avgerðini venda gongdini – annars býðist ikki bøtur fyri, at Afghanistan kann gerast Vietnam umaftur fyri amerikanarar – og avgerandi snávingarsteinurin hjá forsetanum.