Fagnaðurin er stórur á Skála

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við ein fegnan venjara hjá Skála, Paula Poulsen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við ein fegnan venjara hjá Skála, Paula Poulsen, aftaná Skála sjálvir høvdu megnað at bjargað sær tilveruni í effodeildini við einum 1-1 javnleiki ímóti TB á útivølli.

 

Pætur Dam Jacobsen javnaði heilt ímóti dystarenda, og tað var ein stór løta fyri Paula Poulsen og hansara spælarar, at teir kundu bjargað sær sjálvum uttan at skula hyggja eftir úrslitinum í Runavík millum NSÍ og AB. Ein dystur AB annars tapti 1-4.

 

Pauli Poulsen hevði góðar um dystin í dag sæð í mun góðu gongdina hjá liðnum seinastu dystirnar. Hann heldur eisini, at Skála hevði gott tamarhald á dystinum til TB fekk eitt brotsspark, sum skálamenn ikki vóru samdir við var brotsspark. Men tað endaði alt væl, tá Skála javnaði beint áðrenn dystarlok.

 

Skála kann enn gerast nummar sjey, um teir vinna á HB heima í seinasta umfarinum, og B36 samstundis vinnur á TB í Havn, og tað ætla Pauli og hansara menn nú at stríðast fyri.