Fagnaður forsetavalinum í Kalmykia

FIDE forseting, Kirsan Ilyumzhinov, er júst valdur forseti í Kalmykia

Talv

Bled: Dagurin í gjár byrjaði við, at allir telvarnir klappaðu fyri FIDE forsetanum Kirsan Ilyumzhinov. Kunngjørt var at hann hevði vunnið valið í gamla sovjetlýðveldinum Kalmykia. At kalla allir telvarir og onnur sum varða av talvi hava mestsum verið í andaleypi seinastu 14 dagarnar. Tey hava bíða alspent eftir forsetavalinum í Kalmykia, tí núverandi FIDE forsetin Kirsan Ilyumzhinov er eisini forseti í Kalmykia, eitt av mongu lýðveldunum sum vóru í gamla Sovjetsamveldinum. Fyrra valumfarið í Kalmykia var fyri 14 døgum síðani og tá fekk Kirsan Ilyumzhinov bara 47% av atkvøðunum, so annað umfarð skuldi eisini vera. Kirsan Ilyumzhinov hevði annars boða frá, at um hann tapti valið í Kalmykia, so stillaði hann ikki uppaftur til valið í FIDE á aðalfundinum 2. november og so hevði verið sperðil í, tí einki mótvalevni er.

Umstríddur maður
Tað kann tykjast undarligt at telvarar sýna slíkan áhugab fyri forsetavalinum í Kalmykia og hvør forseti verður í FIDE. Men her er talan um persónin Ilyumzhinov, ti hann er sera gávumildur móti talvítróttini, seinastu árini hevur hann latið fleiri enn 300 milliónir dollarar til telving um allan heim og serliga at sameina talv ítróttina aftur, eftir at Kasparov eina tíð hevur tikið seg burturúr FIDE felagsskapinum. Talan er ikki um FIDE pengar, men um pening, sum Ilyumzhinov hevur goldið sjálvur. Hvar hann hevur fingið allan hendan peningin frá, spyr eingin telvari ella nakar annar um ? hugburðurin tykist vera at frægast er at vita um minst.
Hóast hesa eftir okkara vanligu norðurlendsku hugsan heldur ivasamu framfer er eingin sum kann gera nakað við tað sannroynd at meðan Ilyumzhinov hevur sitið við stýrisvølin hevur talvið gjørt stór framstig runt alllan heimin og nú letur til, at teir eisini sleppa við í altjóða olympisku nevndina IOC. Talv hevur verið framsýningar ítrótt á tveimum teimum seinastu olympisku leikunum og hesaferð er olympiska nevndin umboða í Bled, og fyri fyrstu ferð verður kannað um telvarar eru dopaðir.
Størsta bragdið hjá Ilyumzhinov mann helst vera at hann hevur fingið semju í lag millum felagsskapin hjá Garry Kasparov Mind Games og so altjóða talvsambandið soleiðis at í seinasta lagið í 2004 verður aftur ein heimsmeistari í talvi og bara ein. Í løtuni eru teir tveir. Kramnik er heimsmeistari hjá Kasparov, men spyrt tú FIDE so er Ruslan Ponomariov heimsmeistari. Men sambært ætlanunum hjá Ilyumzhinov og FIDE verður slíkt ikki at vera eftir 2004, tá verður bara ein heimsmeistari. Tí var tað við stórum áhuga og við gleði at tey 1000 fólkini í Skoytuhøllini í Bled klappaðu fyri sigrinum hjá Ilyumzhinov, tí annars var vandi fyri at øll framgongdin fór fyri bakkað. SO kann tað gera tað sama, at pengarnir sum hann kemur við, kanska eru ivasamir. Teir gera somu nyttuna tykjast telvarar halda.