Fríggjadagin 24. juni, sjálvan jóansøkudag, skipaðu Skótaliðini í Klaksvík saman við Norðoya Fornminnafelag fyri 17. miðsummarhaldinum. Tiltakið, sum onkuntíð fyrr hevur verið hildið undir heitinum ?Menniskja og náttúra?, varð hildið úti í Grøv í allarbesta miðsummarveðri
Familjuútferð
Sjálvt um várið og tað, sum er farið av sumrinum, hevur roynst illa við veðri, so høvdu fyrireikarnir góðar vónir um, at Miðsummarhaldið nokk skuldi eydnast. Tí, sum teir søgdu, áðrenn tiltakið
- Tað er millum annað tí, vit skipa fyri tílíkum tiltøkum at fagna summarinum og tí ljósu tíðini, ið sólin og náttúran gleðir okkum við hesa ársins tíð. So sjálvt um vit higartil í ár ikki kunnu siga, at vit hava merkt so nógv til summarið, so vilja vit tó fagna summarinum og aftur í ár savnast í Grøvini í Klaksvík, har vit hugna okkum saman og gleðast um náttúruna, og tað hon hevur at geva okkum.
Byrjað varð longu um trý tíðina seinnapartin, tá skótarnir byrjaðu at tendra í stóru grillirnar, sum vórðu settar fram til høvið, sum vanligt. Og aftur í ár tóku fólk sera væl undir við tiltakinum. Nógv nýttu, sum vera man, høvið at gera løtuna til eina rættiliga familjuútferð, og hugnaligt var at síggja, børnini spæla og vassa í ánni, meðan tey vaksnu byrjaðu at rigga nátturðan til. Skjótt angaði summarsligt av stoktum pylsum og búffum og fleiri høvdu gjørt serliga nógv burturúr matinum við enskum búffum og góðum tilhoyri.
Gongutúr
Um 19 tíðina bjóðaði Jógvan Ravnsfjall, frá Norðoya Fornminnafelag vælkomin, og síðani helt Hans Hjalti skaale, býargartnari, Miðsumarrøðuna. Meðan fólk hildu á at eta og hugna sær, varð sungið úr sangheftinum. Út á kvøldið varð farið undir gongutúrin, sum er fastur táttur í tiltakinum. Fyri triðju ferð gekk leiðin niðan á Myrkjanoyrafjall, men heldur ikki hesuferð eydnaðis at koma á mál. Tá komið var niðan á Køldukynn, køvdi hann av við mjørka, og tey felstu vendu aftur. Onkur treiskaðist tó víðari, hóast tað mundi vera so sum sum við útsýninum í nógva mjørkanum. Hetta ávirkaði tó ikki góða hýrin á gongufólkunum, sum í øllum førum høvdu havt eina serliga hugnaliga løtu hendan seinnapartin við eini góðari náttúruppliving.