Mongu leygardagarnir framman fyri sjónvarpsskíggajnum heima í stovuni, og síðani sunnudagar framman fyri tólið hjá vinfólki, sum síggja SkySports, hava uttan iva gjørt sítt til, at føroyingar hava lagt stóran als á enskan fótbólt.
Hetta hevur eisini rakt áhugan fyri enska landsliðnum, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at meginparturin av hyggjarunum í Føroyum vónaðu at Ongland fór at vinna dystin móti Portugal Mánakvøldið.
Ikki bert Ongland
Tó so, undantøk eru í øllum reglum, og í øllum førum vóru nøkur portogisisk viðhaldsfólk á okkara leiðum mánakvøldið.
Stutt fyri dystarlok fóru vit báðir, myndamaðurin, umborð á porogisiska trolaran, Calvao, sum júst nú er at síggja við ískeiina.
Fyrst vóru teir umborð eitt sindur afturhaldandi, og spurdu, hvørji ørindi okkara vóru, men eftir at hava greitt teimum frá støðu okkara, vórðu vit bodnir inn av skiparanum, Francisco Pinho.
Um tað mundi restaðu einir fimm minuttir av dystinum, og einki var at taka seg aftur í, at lagið umborð var gott. Francisco viðgekk tó, at tað kendist einki serligt, tá Ongland eftir góðum korteri hevði lagt seg á odda 2-0.
Broytt til tað betra
Nú var tó vent í holuni, og teir umborð sótu ídnir og gjørdu sínar viðmerkingar til dystin, sum altsto endaði við portogisiskum 3-2 sigri.
Frøin var sjálvsagt stór, tá seinasta bríkslið ljóðaði, og Francisco, sum at byrja við vildi hava ørindi okkara at vita, var bæði blíður og týður, tá hann vísti okkum runt umborð á skipinum.
- Eitt sindur eldri enn tykkara fínu skip, segði, meðan hann peikaði móti nýggju Krúnborg, sum lá skamt har frá.
Yvirhøvur tóktist hann tó at lata væl at, men hann ásannaði tó, at tað kundi gerast ein trupulleiki at fylgja við komandi dystunum hjá heimlandinum, tí tá er Calvao langt úr landi skotin uttan møguleika fyri at síggja meira EM-fótbólt á hesum sinni..
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.










