Túsundtals fólk savnaðust týsdagin í gøtunum í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev at hátíðarhalda ársdagin fyri kollveltingina.
Fólk dansaðu og sungu, men gøtumyndin segði kortini ikki allan sannleikan um støðuna. Nógvir ukrainar eru vónsviknir av tí, sum er hent, síðani Viktor Jusjtsjenko tók við, og tey krevja nýskipanir, sum skulu gera enda á fátækradøminum.
Men forsetin heldur ikki, at fólk eiga at vera misnøgd. Hann vísir á, at tað ber ikki til at broyta eitt samfelag eftir einum ári. Harafturat vísir hann á, at ukrainar eiga at hugsa um annað enn pengar, tí tað er so nógv annað, sum teir hava fingið burtur úr kollveltingini, sigur forsetin.









