Á Eiði fara tey hava eitt heilt vikuskiftið, tað er vikuskiftið 15. og 16. november, har tey fara at hátíðarhalda heysti.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri, sigur, at hugskotið hava tey fingið úr Klaksvík, har sjómannadagar eru hvørt summar, men á Eiði verður tað heystið, sum verður hátíðarhildið.
Borgarstjórin sigur, at á skránni er alt møguligt, sum hevur við heystið at gera. Har verða fyrilestrar um seyð og harur, kappingar um sperðlar og annað, seyðasýning, spøl, kjøtsmakkingar, dansur og annað.
Borgarstjórin vónar at nógv fólk verður á Eiði hesar dagarnar og serliga vónar hann, at nógv uttanbýggja fólk fer at vitja á Eiði hesar dagarnar.
Myndin er av Eiði við skúlanum í miðdeplinum, og tað verður nettupp við skúlan, at heystfagnaðurin verður.