Fagna fimleikinum um vikuskiftið

Í dag byrjar árligi fimleikafagnaðurin

Í dag byrjar árligi Fimleikafagnaðurin. Fagnaðurin fer eins og undanfarin ár fram í Norðurlandahúsinum.

Fýra feløg luttaka í fagnaðinum, og tey feløgini eru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag.

Í Fimleikafagnaðinum hava fimleikafeløgini høvi at lýsa eitt evni við fimleiki, rørslu, ljósi og ljóði við allari breiddini. Loyvi er at hava 100 luttakarar í part. 

Evnið í ár er "13", og á høvuðsframsýningini sunnudagin klokkan 18 verður vinnarin av ársins Fimleikafagnaði funnin.