Eigaraskifti
Fleiri hundrað viðskiftafólk leitaðu sær í Miðlahúsið í Vágsbotni fríggjadagin, tá skipað varð fyri almennari móttøku í sambandi við, at Javnaðarflokkurin sama dag gjørdi av at selja Sosialin til leiðslu, starvsfólk og Føroya Tele. Hotel Føroyar borðreiddi við øllum góðum, og Kristian Blak og Rókur Jacobsen settu sín serstaka dám á við at spæla til hátíðarhaldið.
Á móttøkuni handaði Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóra nýggju ognina við m.a. at handa honum ein stóran lykil, sum skuldi symbolisera tað at lata dyrnar upp fyri eini nýggjari og bjartari framtíð hjá blaðnum og arbeiðsplássinum. Hann takkaði fyri sera gott samstarv og helt, at tíðin var búgvin til at selja blaðið.
Jan Müller takkaði honum fyri røttu og djørvu avgerðina og segði, at nýggju eigararnir fóru at gera alt fyri at reka fyritøkuna víðari á einum demokratiskum og búskaparliga forsvarligum grundarlag. Eisini tingmenn tóku orðið, teirra millum Tórbjørn Jacobsen og John Johannesen, sum skemtiliga greiddu frá hendingum á blaðnum seinastu mongu árini. Báðir ynsktu teir nýggju eigarunum góða eydnu.