2. hvítusunnudag skipa KFUM-skótarnir fyri Fagnaðardegi á Skótadeplinum á Selatrað, har skótafamiljur og øll áhugað eru vælkomin.
Fagnaðardagurin hevur verið eitt fast tiltak á skránni hjá KFUM-skótunum seinastu árini. Endamálið er at fáa til vega pening til íløgur á deplinum; men eisini at skipa fyri einum degi fyri børn, foreldur og onnur áhugaði, har tey síggja teir góðu møguleikar, sum KFUM-skótarnir kunnu bjóða á Skótadeplinum á Selatrað.
Á skránni verða fleiri tiltøk, sum skótabólkarnir kring landið skipa fyri. T.d. verður fiskibrunnur, forðarenning, primitiv matgerð, skjótibreyt, klintriveggur, 21-spæl, tombola, kondi-bingo og kaffisøla.
Um hvítusunnuna er eisini LPK, sum er landspatrúljukappingin hjá KFUM-skótunum, so tey vitjandi fáa eisini møguleika at verða við til at heiðra vinnandi patrúljuna á LPK-2001.
Fagnaðardagurin verður 4. juni ? 2. hvítusunnudag kl. 13.00 ? 17.00.
Skipað verður fyri bátasambandi millum Hósvík og Selatrað, so ikki er neyðugt at koyra so langt hjá teimum,
sum koma út Havnini.
Vit vóna at fleiri vilja unna sær ein góðan dag á Selatrað 2. hvítusunnudag ? við allari familjuni.