Komandi vikuna vitjar kendi norski tónleikarin Hans Inge Fagervik miðnámsskúlar kring landið. Hann fer at syngja og tosa ímóti rúsdrekka og rúsevnum.
Í dag er Hans Inge Fagervik komin til landið. Norski tónleikarin er á okkara leiðum best kendur fyri at hava skrivað og sungið sangin Farvel Marita. Sangurin er týddur til føroyskt, og Kim Hansen syngur føroysku útgávuna - tá eitur sangurin Maria.
Hans Inge Fagervik hevur verið í nógv ár verið virkin í fyribyrgjandi arbeiði ímóti rúsevnum. Hann hevur spælt eina endaleysa røð av konsertum á skúlum, í ungdómshúsum og aðrastaðni, har endamálið hevur verið at fáa ungfólk at halda seg frá rúsdrekka og rúsevnum.
Hans Inge Fagervik byrjaði við sínum arbeiði ímóti rúsdrekka og rúsevnum, eftir at ein vinmaður hjá honum koyrdi seg í hel í einum rúsi. Tað gjørdi hann upp við seg sjálvan, at hann vildi gera nakað munagott ímóti rúsdrekka.
- Tað eru so nógv sum tala fyri, at ungfólk skulu drekka, men eg vil verða ein røddin, sum talar ímóti rúsdrekka og rúsevnum, sigur Hans Inge Fagervik.
- Vit tosa ofta hart ímóti rúsevnum og tora at hava eina avgjørda meining um tey, men vit eru ikki eins avgjørd, tá ið tað kemur til rúsdrekka. Men eingin byrjar við rúsevnum, tað byrjar altíð við rúsdrekka, og tí mugu eisini fáa ungfólk at halda seg frá rúsdrekka, sigur Hans Inge Fagervik.
Hans Inge Fagervik er gestur hjá Bláa Krossi í Føroyum, og umframt at vitja miðnámsskúlar, fer hann eisini at leggja leiðina framvið í Ungdómshúsinum á Toftum, og fríggjakvøldið hevur hann almenna konsert í Løkshøll í Runavík.
Hans Inge Fagervik heldur, at ungfólk byrja ikki at drekka, tí tey endiliga vilja tað, men meira tí, at tey kenna seg noydd til tað ella verða drigin við av sínum vinum.
- Ein kanning, sum er gjørd í Bergen, vísur, at ein stórur partur av ungfólk byrjar at drekka, tí teirra vinfólk drekka og fáa tey við sær. Annars høvdu tey ikki drukkið, sigur hann.