Fagerberg komin til Føroya

Nýggi áleyparin hjá 07 Vestur venur fyrstu ferð við í kvøld.

Ken Fagerberg, sum 07 Vestur hevur gjørt sáttmála við, er nú lendur í Føroyum og venur fyrstu ferð við 07 Vestur í kvøld. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.


27 ára gamli svenski áleyparin hevur seinast spælt við Assyriska FF í heimlandinum, men hevur annars eisini umboðað feløg sum FC Midtjylland, AC Horsens og Viborg FF. Hann hevur eisini spælt við svensku U17- og U19-landsliðunum.


Ken Fagerberg lendi í Føroyum í gjárkvøldið, og heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, at hann letur sera væl at móttøkuni og umstøðunum í útbygda og umvælda húsinum í Sørvági.