FAG veit lítið um arbeiðsplássini á sjónum

Svar upp á greinina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag/Bergi Poulsen: “Fiskimannafelagið dyrkar ein mýtu um ALS.”
Jú Bergur Poulsen og Føroya Arbeiðsgevarafelag, væl veit eg, hvussu AlS-skipanin er skrúvað saman, men tað sær ikki út til, at greinskrivarin veit serliga nógv um, hvussu fiskivinnan á sjónum er skrúvað saman.
Arbeiðsplássini umborð á okkara fiskiskipum kunnu ikki uttan víðari samanberast við arbeiðsplássini á landi. Á sama hátt ber heldur ikki til uttan víðari at samanbera arbeiðsloysi á skipum við arbeiðsloysi á landi.
Men trupulleikin er júst tann, at sjálvt um fiskimenn skulu gjalda til ALS á jøvnum føti við aðrar arbeiðstakarar, so er skipanin burtur av designað til at taka sær av arbeiðsmarknaðinum á landi, har tað er púra greitt, nær eitt fólk er annaðhvørt í arbeiði ella uttan arbeiði.
Umborð á fiskiskipunum er øðrvísið, tí har ber til at lata manningar bíða í óavmarkaða tíð eftir skipsboðum. Er ein fiskimaður ikki uppsagdur, so hevur hann í prinsippinum arbeiði.
Eg havi ikki kravt, at ALS skal gjalda fyri fiskimenn í bíðistøðu, men eg krevji, at trupulleikin verður loystur so ella so.
Eg vísi til ALS-skipanina, tí á landi er ongin ivi – verður tú arbeiðsleysur, fært tú onga løn, og so fært tú pengar frá ALS.
Ein fiskimaður kann harafturímóti ganga við ongari inntøku í mánaðir uttan tó juridiskt at vera arbeiðsleysur og tískil uttan rætt til pengar frá ALS.
Hatta er ongin mýta, men ein dýrtkeypt sannroynd hjá nógvum fiskimonnum.
Tað er hesin trupulleikin, sum eg vil hava loystan, og Føroya Fiskimannafelag vil fegin gera sítt til at finna eina loysn.
Eg havi sjálvut nevnt fastlønarsáttmálar sum eina loysn, men teir koma ikki eftir einum degi, og neyvan ber til at brúka slíkar í fiskivinnuni yvir ein kamb.
Í greinini hjá Bergi Poulsen/Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur at enda soleiðis:
“Um Fiskimannafelagið er ónøgt við setanarviðurskiftini hjá sínum limum, eigur felagið at taka henda spurningin upp á røttum staði í staðin fyri at spjaða mýtuna um, at fiskimenn ikki fáa pening frá ALS vegna arbeiðsloysi”.
Eg giti, at her verður sipað til tann stóra trupulleikan, at reiðarar, fyri at sleppa undan at gjalda løn í uppsagnartíðini, bara lata vera við at siga fólki upp og heldur lata tey bíða í óvissu í óavmarkaða tíð.
Men eg havi ikki hildið, at júst hesin trupulleikin kann loysast umvegis sáttmálarnar hjá manningarfeløgunum, tí so skulu vit inn at pilka við rættin hjá arbeiðsgevaranum at stýra og fordeila arbeiðið, her undir rættin at seta fólk og loysa tey úr starvi aftur.
Men kanska heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú, at hesin rætturin hjá arbeiðsgevarunum, sum hevur verið hátt hevjaður í øldir, ikki er so heilagur longur.