Útgreining hjá Uddannelses- og Forskningsstyrelsen vísir eisini eitt lægri tal av umsøkjarum til hægri lestur á yrkisakademiskum útbúgvingum, við einari lækking á 16% frá 2019 til í ár.
Hendan gongdin sæst aftur í føroyskum umsøkjarum, tá 19 umsóknir vóru til yrkisakademiska útbúgving í ár og 23 umsóknir í 2020. Tá tølini frá 2020 og 2021 eru ávirkað av Korona farsóttini ber ikki til at siga fyri vissu, um talan er um eina lækking yvir fleiri ár ella eina lækking frá høgu tølunum undir Korona farsóttini.
##med2##
Kelda: KOT
Lækkingin í umsóknum til verkfrøði í Danmark hevur fingið IDA (Ingeniørforeningen IDA, fagforening v.m.) til at vísa á, at útbúgvingarskipanin sum heild má taka hædd fyri stóra tørvinum á verkfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum. Ein framgongd á yrkisakademisku útbúgvingunum, sum blaðið Berlingske vísir á, er, at fleiri kvinnur í dag taka útbúgvingar í verkfrøði. Gongdin sæst frá 1990unum, tá 20% av verkfrøðilesandi vóru kvinnur, til at tað í dag eru 30% kvinnuligir verkfrøðilesandi.
Fleiri lesa í Føroyum
302 føroyingar søktu inn á universitet í Danmark, 392 søktu um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum, meðan umleið 100 søkja inn á Hægri Nám* á Glasir. Í mun til Hægri Nám á Glasir er ikki vist at øll eru knýtt til heiltíðarlestur og tí kann ivi verða um, um tey øll eru við í lestrarstuðulstølinum frá Studna. Talið av umsøkjarum í Føroyum liggur tískil omanfyri talið av umsøkjarum í Danmark.
Vit vita hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í 2021 og aftur, útfrá lestrarstuðulstølum hjá Studna. Talvan niðanfyri vísur samla tal av lesandi í Føroyum út frá lestrarstuðli til hægri lestur. Á talvuni sæst, hvussu nógv lesandi lesa aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark útfrá ÚSUN stuðlinum og tølini úr Danmark byggja á ferðastuðul, sum lesandi kunnu søkja.
Fara vit aftur til 2013/14 lesa 838 í Føroyum, 1.423 í Danmark og 258 aðrastaðni. Taka vit til samanberingar tølini frá 2020/21, lesa tað 1.018 í Føroyum. 630 lesa í Danmark og 137 aðrastaðni. Tølini hjá Studna um føroyskt lesandi í Danmark byggja á ferðastuðul og ivi kann vera um, hvørt øll lesandi hava søkt ferðastuðul, men javna broytingin frá 2013/14 og fram vísir sum heild eitt skifti frá at fleiri lesa í Danmark og aðrastaðni, til at fleiri lesa í Føroyum. Hyggja vit eftir tølunum yvirskipað frá 2013/14 og fram til í dag, sæst ein gongd við lækkandi talið av lesandi í alt.
##med3##
Kelda: www.studni.fo
*Hægri Nám á Glasir hevur fleiri umsóknar freistir og tískil er uppgerðin frá dagsdato ikki endalig. 32 umsøkjarar vóru á Yrkisakademisku útbúgvingunum, (Tænastubúskapur og Fíggjarbúskapur) 1 juli. 2022. Á hægri útbúgvingunum (HD, AÚ, AFR) vóru umleið 59 umsøkjarar við freist 1 aug. Á diplomútbúgving í leiðslu (DLÚ) eru 10-15 lesandi sum byrja forskotið, meðan á FSÚ er upptøkan ikki byrjað.













