Í ársfrágreiðing sínari fyri 2014 skrivar Landsverk, at vit í Føroyum eru langt frá nullinum í null-hugsjónini. Nevnliga at eingin skal lata lív í ferðsluni.
Seinastu 15 árini er talan av ferðsluóhappum annars minkað støðugt. Í 2000 var talið av skrásettum ferðsluóhappum í Føroyum á leið 1.300. Hetta tal var í 2014 komið niðurum 500. Eisini er talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða nógv minkað, og tað vísir, at miðvísu átøkini við ferðslutrygdini seinnu árini hava givið úrslit.
Hinvegin staðfesta hagtølini samstundis, at fleiri doyggja í ferðsluni. Fólkatalið her á landi er somikið lítið, at hagtølini fyri hvørt árið sveiggjað nógv. Men verður umroknað til ferðsludeyða fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, so eru Føroyar framveigs væl omanfyri hini norðanlondini.
Í 2014 lóti fýra fólk lív í ferðsluni her á landi.