Í gjár vóru 340 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
666 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.705 smittað við korona, 22 eru innløgd við korona, harav sjey eru innløgd vegna korona, og 24 eru deyð við korona í Føroyum.
Av teimum 666 kannaðu vóru 51 prosent smittað við koronu. Miðaltalið av smittaðum seinastu sjey dagarnar var 672 fólk.
Tilsamans hava nú 29.065 fólk í Føroyum havt koronu. Tað er tað sama sum 54,1 prosent.