Færri full fólk

Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum Arctic Viking, fer eisini á ólavsøku.

 

- Mær dámar væl at síggja fólk, vinir og kenningar, sum eg ikki havi sæð leingi, og eg ætli mær til okkurt av tiltøkunum, sum eru í ólavsøkuskránni.

 

Bjarni Petersen heldur, at ólavsøkan er broytt, og hann heldur eisini, at hon er broytt til tað betra.

 

- Tað eru ikki so nógv skítfull fólk at síggja longur, sigur skiparin á Arctic Viking.