Hagstova Føroyar hevur í dag kunngjørt eitt yvirlit yvir mest brúktu eftirnøvn í Føroyum.
Eftirnøvn, ið enda við ”sen” eru enn tey mest brúktu, men eru í støðugari minking. Tað sæst, tá sammett verður við eftirnøvnini fyri fjúrtan árum síðani.
Hagstovan skrivar, at hóast fólkatalið er vaksið við 1.657 fólkum síðani 1. januar 2001, so eru tað 1.771 færri fólk, ið bera eitt eftirnavn, ið endar við ”sen”.
Tað er vorði alt meira vanligt, at føroyingar taka íslendsku siðvenjuna, at uppkalla børnini eftir sær sjálvum, til sín. Seinastu fjúrtan árini eru tað 600 fleiri við eftirnavni, ið endar við ”son” og umleið 800 fleiri við eftirnavni, ið endar við ”dóttir”.
Harumframt eru tað umleið 2.000 fólk, ið hava valt eitt annað eftirnavn enn tey, ið enda við ”sen”, ”son” ella ”dóttir”.