Færri føroyingar ættleiða børn

Talið av børnum, sum vera ættleidd til Føroya, er minkað munandi seinastu árini, og orsøkin er helst, at tað er blivið munandi meira trupult, at ættleiða.

Talið av børnum, sum vera ættleidd til Føroya, er minkað munandi seinastu árini, og orsøkin er helst, at tað er blivið munandi meira trupult, at ættleiða. 

 

Ríkisumboðið hevur hagtøl yvir hvussu nógv børn eru ættleidd til Føroya seinastu árini, og gongdin er greið. Í 2005 vóru níggju børn ættleidd til Føroya, í 2006 25 børn, og síðani hevur gingið støðugt niður at bakka. 

 

Í 2013 vóru trý børn ættleidd, og við Kringvarpið sigur Dan Knudsen, ríkisumboð, at orsøkirnar eru fleiri. 

 

- Tað eru í dag færri børn at ættleiða, og tí tekur tað munandi longri tíð. Tað er sum heild ein long og dýr tilgongd, og tí halda summi seg helst aftur, sigur Dan Knudsen við Kringvarpið.