Færri flyta aftur til Føroya at búgva

Talið á teimum føroyingum, sum koma heim aftur eftir loknan lestur uttanlands, er minkað

Tað eru færri og færri føroyingar, sum ikki flyta heim aftur, eftir at hava lisið uttanlands.

 

Tað vísir eitt yvirlit, sum Studni hevur gjørt.

 

Terji á Lakjuni, stjóri á Studna sigur, at yvirlitið er gjørt á tann hátt, at tey hava kannað, nær lesandi seinast hava fingið studning frá Studna.

 

Á Studna hava tey tikið hetta sum ábending um, at tey eru liðug at lesa.

 

Samstundis hava tey kannað eftir hjá Landsfólkayvirlitinum, hvussu nógv av teimum búðu í Føroyum í mai í ár.

 

Kanningin vísti, at av teimum 190 fólkunum, sum vóru liðug við lesturin uttanlands í 2004, búgva 111 í Føroyum í mai í ár. Tað eru 58 prosent.

 

Men av teimum 287, sum vóru liðug at lesa uttanlands í 2011, búgva bara 133 í Føroyum í mai í ár, tað eru 46 prosent.

 

Og av teimum tilsamans 351 fólkunum, sum vóru liðug at lesa uttanlands í fjør, búgva bara 143 í Føroyum í mai í ár, ella bara 41 prosent.

 

Terji á Lakjuni heldur kortini, at hesi síðstu tølini fyri 2012, skulu takast við ávísum fyrivarni, tí talan kann vera um, at tey flyta heim so við og við.

 

Tilsamans vísir yvirlitið, at av øllum teimum 2.240 fólkunum, sum eru liðug at lesa uttanlands hesi níggju árini frá 2004 til 2012, eru tað bara 1.094, ella 49 prosent, sum eru flutt heim aftur og búgva í Føroyum í mai í ár.

 

Kanningin hjá Studna punkterar eisini treytaleysa páhaldið um, at tað mest eru kvinnurnar, sum ikki flyta heim aftur. Meiri um tað seinni í kvøld.