Ukrainski verjumálaráðharrin kom við einari óvanligari ábending um falnar ukrainskar hermenn í krígnum síðan russisku innrásina hin 24. februar í fjør.
Í einari samrøðu við spanska miðilin, La Razon í dag, sigur verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, at Ukraina hevur mist færri enn 50.000 hermenn higartil í krígnum.
- Eg kann ikki siga neyv tøl, men eg kann vissa tykkum um, at talið av falnum hermonnum er minni enn talið av teimum, sum lótu lív í jarðskjálvtanum í Turkalandi.
Sambært turkiskum myndugleikum doyðu fleiri enn 50.000 fólk í herviliga jarðskjálvtanum í februar í ár, sum gjørdi feigdina um seg bæði í Turkalandi og Sýrialandi.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at tað, sum Oleksij Reznikov sigur um falnar ukrainskar hermenn, er tað neyvasta, sum sagt hevur verið um mannfall, síðan Russland leyp á.