14. juni skipar róðrarfelagið Neystið aftur fyri regatta í Ishøj. Hetta er 27. ferð at Færø Regatta verður hildið, og sum seinastu nógvu árini er Atlantic Airways høvuðsstuðul.
Umframt kappróður, verður eisini uppvísing í kajakkrógving og aðrar rógvikappingar á skránni. Harumframt er lutaseðlasøla, eins og møguleiki verður at keypa pylsur, køku, øl og annað. Eftir at kappróðurin er liðugur, er møguleiki at vitja í Neystinum og keypa sær døgurða og drekka.
Um kvøldið verður live tónleikur við Jens Marna Hansen, og Signar í Homrum & co spæla til dans.
Tiltakið er ókeypis.
TRÝST HER fyri at síggja skránna











