Fær ongar avleiðingar fyri samstarv okkara

- Viðurskiftini millum Danmark og Føroya broytast ikki, av tí at Jóannes Eidesgaard valdi ikki at taka lut í formansvalinum, sigur Nyrup Rasmussen,tá tað varð greitt at Ivar Hansen í lutakasti við Birthe Wiess, varð valdur til formann í Fólkatinginum í gjár

Dagny Joensen


Tað var avgjørt ikki nøkur løtt byrjan hjá Jóannesi Eidesgaard, tá hann valdi ikki at luttaka í formansvalinum í Fólkatinginum.

Eftir hvat skilst á Nyrup Rasmussen og Ole Løvig Simonsen formanni í tingbólkinum hjá Sosialdemokratiska flokkinum, so fær henda støða hansara ongar avleiðingar fyri samstarvið í Fólkatinginum ella í viðurskiftunum millum londini bæði..

­ Hetta var ikki besta loysnin fyri okkum, men lat tað fara, sigur ein heldur vónsvikin Nyrup Rasmussen.


Eg standi við mítt orð

­ Í røðu tíni í gjár, vart tú meira ítøkiligur enn vanligt um føroysk viðurskifti og samstarv frameftir. Verður tað órógvað av, at stjórnin ikki fekk Birthe Weiss valda til formann?

- Nei, als ikki. Tað, sum eg segði á tingsins røðarapalli standi eg við. Viðurskiftini eru óbroytt, sigur Nyrup Rasmussen

­ Nú vóni eg bert, at vit skjótt kunnu fara undir samráðingar, og vónandi finna vit fram til nakrar skilagóðar loysnir.


Góðar stundir til samráðingarnar

­ Nær verða samráðingarnar?

­ Vit skulu í fyrsta umfari vita, hvørjar loysnir føroyingar vilja hava. Eg havi sagt við Edmund Joensen. løgmann, at vit hava biðið um at leingja fyrningarfreistina fyri bankamálinum.

­ Mín áskoðan er, at tað er óheppið at fara undir so álvarsligar samráðingar sum bankamálið og uttanlandsskuldina, um vit ikki hava nógv góðar stundir at viðgerða málini.

­ Tí haldi eg tað vera best, um vit ikki hava eina dagfesting at yvirhalda, tí tá kunnu vit koma til at taka óumhugsaðar avgerðir. Eg haldi, at vit skulu fara undir samráðingarnar tá tað liggur best fyri hjá báðum pørtum, sigur Nyrup Rasmussen.

Hann heldur eisini, at um vilja føroyingar bíða til eftir valið, so er tað í lagi, eins og um ynskið er at velja annan samráðingarhátt.


Finna annað politiskt starv til Birthe Weiss

­ Hevur tú ikki fingið ein trupulleika, nú Birthe Weiss ikki fekk ráðharrastarv og heldur ikki fekk formanssessin?

­ Eg eri sjálvandi ógvuliga harmur hennara vegna, men nú mugu vit bæði Birthe Weiss og eg seta okkum saman, at fáa greiðu á, hvussu vit kunnu skapa henni ein politiskan platform at arbeiða út frá.

­ Hon er ógvuliga dugnaligur politikar og hevur gjørt eitt stórt arbeiði, so tað fer helst ikki at vera nakar stórur trupulleiki, sigur Poul Nyrup.

Ole Løvig Simonsen er formaður í tingbólkinum hjá sosiademokratunum í Fólkatinginum.

Hann sigur við Sosialin, at Ivar Hansen aftaná valið segði seg vera formaður fyri allar fólkatingslimirnar, og tað er hann nøgdur við, tá tað ikki kundi vera øðrvísi.

­ Nú er Birthe Weiss næstformaður í tinginum, og tað er í lagi. Nú er bert at líta frameftir, sigur Ole Løvig Simonsen.


Virða avgerðina

hjá Jóannesi

­ Vit vistu at Jóannes Eidesgaard ikki kundi luttaka í atkvøðuni, av tí at hann hevði givið sínum veljarum tilsøgn um ikki at blanda seg í donsk innanhýsismál.

­ Tað taka vit til eftirtektar, og tað veit Jóannes Eidesgaard. Eg virði hann eins nógv og um hann hevði tikið aðra avgerð í dag.

­ Hinvegin, so hevur Jóannes Eidesgaard givið okkum tilsøgn um, at hann ikki vil vera við til at koppa stjórnina, og tað er sanniliga eisini eitt gott tilboð, sum ikki eru takksamir fyri, sigur Ole Løvig Simonsen og leggur aftrat í telefonini av Christiansborg, at hann júst hevur heilsa uppá nýggja føroyska fólkatingslimin og bjóðað honum vælkomnan á danating, við vón um gott samstarv.