Fær Liverpool hevnd fyri 1988-finaluna?

FA Cup finalan í 1988 millum AFC Wimbledon og Liverpool varð ein hin mest minniliga nakrantíð

Í kvøld klokkan 19.55 møtast AFC Wimbledon og Liverpool í 3. umfari í ensku FA Cup steypakappingini.

 

Søgan hjá AFC Wimbledon er heilt serlig. Uppá 10 ár, frá seinast í 1970-árunum til seinast í 1980-árunum vann AFC Wimbledon seg úr 6. deild í Onglandi og upp í ta bestu fótbóltsdeildina. Og í 1988 hendi tað mest ótrúliga. Lítla felagið vann FA Cup steypakappingina ímóti Liverpool, sum var stórliðið í Onglandi í 1970-árunum og í 1980-árunum, og varð tískil risafavorittur til at vinna FA Cup finaluna ímóti AFC Wimbledon í 1988. 

 

Tá liðini fóru inn á gamla Wembley leikvøllin í London hevði Liverpool júst vunnið sítt 17. meistaraheiti, og teir reyðu úr Liverpool gjørdu klárt at taka greipuna heim. 

 

Men Wimbledon-spælararnir, og ikki minst núverandi filmsstjørnan, Vinnie Jones vóru yvirtendraðir, og dysturin varð ikki meir enn byrjaður, so hevði Vinnie Jones givið Steve McMahon hjá Liverpool eina grova takling. Ein takling, sum hevði givið reytt kort nú á døgum. 

 

Wimbledon vann 1-0 í 37. minutti við einum máli hjá Lawrie Sanchez, sum var ein góður stútari. Tá ein tími varð farin av dystinum fekk Liverpool ein gyltan møguleika at javna, men Dave Beasant í Wimbledon-málinum bjargaði brotssparkinum hjá John Aldridge. Eitt mál hjá Peter Beardsley varð eisini kolldømt, so Liverpool hevði ikki marginalarnar við sær hendan dagin á Wembley leikvøllinum. 

 

Tá dómarin bríkslaði á seinasti sinni, segði BBC-frásøgumaðurin, John Motson tey legendarisku orðini: "The Crazy Gang have beaten the Culture Club".

 

Í kvøld møtast liðini so aftur á The Cherry Red Records Stadium, sum bara hevur pláss fyri 4.700 áskoðarum. Liverpool er aftur stórfavorittur, og vónar at fáa hevnd fyri minniligu finaluna í 1988.