Fær ikki stuðul frá kirkjuráðnum

Kirkjuráðið í Hvalba stuðlar ikki Jens Mortan Mortensen í hansara ynski at signa samkynd í kirkjuni

Kirkjuráðið í Hvalba hevði fund í gjár, og tá vóru úttalilisini hjá presti í Hvalba, Jens Mortan Mortensen, eisini viðgjørd.

 

Við Vikuskiftissosialin segði Jens Mortan Mortensen, at hann fór at signa tey samkyndu í kirkjuni. Kirkjuráðið í Hvalba eru tó øll á einum máli um, at tey ikki eru samd við Hvalbiarpresti.

 

- Vit tosaðu um tað á kirkjuráðsfundi og øll vóru samd um, at vit ikki stuðla Jens Mortani, sigur Claus Olsen, formaður í kirkjuráðnum.

 

Hann sigur tó, at kirkjuráðið hevur ongar ætlanir at gera meiri burtur úr málinum enn.

- Lógin er ikki komin í gildi enn, so fyribils gera vit einki burtur úr, sigur hann.

 

Hann váttar, at sum støðan er í dag, er kirkjuráðið ímóti, at samkynd skulu signast í kirkjuni, men avnoktar ikki, at tann fatanin kann broytast í framtíðini.

- Tað mugu vit taka upp, tá vit koma hagar. Tíðin vil vísa, hvørja støðu vit koma til tá, sigur Claus Olsen.