Heiðraður fyri hava ríkað allar føroyingar

Hann fekk heiðursteknið á samkomu fríggjadagin

Niels Olsen og konan, Berghild. Myndin er frá Tórshavnar Býráð

Tey flestu, sum hava eitt lítið sindur av áhugað fyri tónleiki, munnu kenna navnið Niels Olsen. Tað er hann, sum plagar at spæla harmonikuna Vestmonnum, sum er kendi tónleikabólkurin úr Vestmanna.

 

Men Niels Olsen hevur eisini undirvíst í harmonikaspæli í Tórshavnar Kvøldskúla í samfull 40 ár. Fyri tað avrikið, og fyri sína trúgvu tænastu, er Niels Olsen nú heiðraður við heiðurstekninum hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum handaði Niels heiðurstekini á hugnaligari samkomu, fríggjadagin í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Kvøldskúlanum.

 

Niels Olsen hevur ikki bara ríkað næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla øll hesi árini, men allar føroyingar, segði borgarstjórin.

 

 

 

Niels Olsen og konan, Berghild. Myndin er frá Tórshavnar Býráð