Fær eina heila mánaðarløn í bót

Hjá hesum bilføraranum loysti tað seg ikki at treiskast

Løgreglan hevur gjørt nógvar ferðslukanningar hesar seinastu dagarnar. Í einum av hesum kanningunum var ein bilur steðgaður, men tá ið løgreglufólkini bóðu bilføraran vísa teimum koyrikortið, hevði hann einki koyrikort at vísa – tí hann hevði nevniliga einki koyrikort.

 

Tað vísti tað seg, at hann hevði mist koyrikortið – men at hann kortini var farin at treiskast og var kortini farin at koyra í frádømingartíðini.

 

Men tað loysir seg ikki at treiskast í slíkum føri, tí verður ein tikin, kann tað verða ein øgiliga dýr søga. Bótin fyri tað er nevniliga ein heil mánaðarløn, eftir skatt. Sostatt er tað – sum oftast – munandi harðari revsing fyri at koyra í frádømingartíðini enn tað er at koyra við ongum koyrikorti annars. Fyrstu ferð, ein verður tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti, er bótin 5.000 krónur.