Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson og fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak fara at fáa bøtur fyri at bróta landsins koronureglur við at luttaka í ólógligum veitslum, sum vóru, meðan landið var stongt vegna koronu.
Tað skriva BBC og Reuters, sum endurgeva tíðindaskriv frá bretsku stjórnini.
– Forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin eru í dag gjørdir varugur við, at Metropolitan Police ætlar at geva teimum bøtur.
– Vit hava ikki fleiri upplýsingar um smálutirnar í málinum, men vit vit lata frætta aftur, tá vit hava nærri boð, stendur í boðunum sambært Reuters.
Tilsamans kannar løgreglan 12 veitslu í Downing Street – har forsætisráðharrin bý – og stjórnarbygningar í grannalagnum. Boris Johnson sjálvur hevur sambært tíðindastovuni DPA verið til minst seks av veitslunum.
Kanningarnar byrjaðu eftir, at ein innanhýsis kanning av málinum kom eftir, at tað hava verið fleiri veitslur undir koronustongslingum, og at Boris Johnson sjálvur hevur verið við á fleiri teirra.
Veitslurnar hava sett Boris Johnson undir stórt trýst. Bretland setti undir Boris Johnsen fleiri koronuavmarkingar í gildi, sum millum annað høvdu við sær, at sjálvt nærmasta familja ikki kundi hittast. Og at fólk eitt nú ikki sluppu til jarðarferð hjá sínum nærmastu.
Tì hava tað ført til stóra vreiði, at leiðandi embætisfólk og leiðandi stjórnarlimir – teirra millum forsætisráðharrin sjálvur – hava hildið urtagarðsveitslur og móttøkur við nógvum rúsdrekka, meðan fólkið skuldi avbyrgja seg.
Tað hevur skap enn størri vreiði, at Boris Johnson leingi noktaði, at nakrar reglar vórðu brotnar, sjálvt um myndir frá veitslunum vístu tað mótsætta.
Málið kemur omaná, at táverandi høvuðsráðgevi hjá Boris Johnson, Dominic Cummings, breyt ferðaavmarkingarnar við einum longri biltúri undir tí páskoti, at hann skuldi kanna egyuni.
Stutt eftir tíðindini segði andstøðuleiðarin, Keir Starmer, at bæði Boris Johnson og Rishi Sunak høvdu brotið lógina, logið fleiri ferðir og áttu at lagt frá sær.
/ritzau/











