Tað gongur eftir øllum at døma striltið hjá landsstýrinum at fáa lagt fyri Føroya løgting lógaruppskotið um tilfeingisgjald og uppboðssølu, sum ætlandi skal geva eitt íkast til inntøkurnar hjá landskassanum.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur verið til reiðar at leggja uppskotið fram, men í dag heitti Aksel V. Johannesen, løgmaður, á landsstýrismannin um at bíða við uppskotinum til í morgin.
- Órógv er í Javnaðarflokkinum um málið. Løgmaður hevur verið í Danmark á ríkisfundi, men kom aftur í kvøld. Hann fer at hava fund við tingbólkin hjá sær í morgin og fær eftir ætlan tá flokkin at ganga í takt.
Ting.fo skriva, at tað enn er óvist, um tað fer at eydnast løgmanni at fáa sínar partamenn at ganga í takt í hesum máli, men áður hevur løgmaður sagt, at hetta fer at eydnast.
- Fleiri tingfólk ivast í, um hetta er rætta løtan at koma við uppboðssøluni. Tað er tað, sum stríðið stendur um í løtuni, skriva Ting.fo