Faderhuset kært fyri umsorganarsvik

Børnini í donsku fríkirkjuni, Faderhuset, eru hótt við harðskapi og vanrøkt, óttast felagsskapurin Børns Vilkår. sum hevur boðað frá hesum til sosialu myndugleikarnar um vanrøkt av tilsamans 44 børnum í Faderhuset, sum er tann fríkirkja, sum eitt nú átti tað nógv umstrídda Ungdómshúsið í keypmannahavn

- Talan er um harðskap. Børnini eru flongd og sligin. Og so er eisini talan um vanrøkt ? børn, sum mugu klára seg sjálv. Og um at børn eisini hava sæð, at mamman hevur fingið bank, ella at mamman og pápin hava barst, sigur varstjórin í Børns Vilkår, Bente Boserup.

Sambært henni hava børnini eisini verið útsett fyri, at illir andar skuldu drívast úr teimum. Hon óttast, at børnini hava fingið skaða av harða uppvøkstrinum, sum kann føra til, at tey gerast harðlig seinni í lívinum.

Ein av størstu serfrøðingunum í sosialrætti í Danmark, Kirsten Ketscher, hevur kanna 14 klagur, sum snúgva seg um 44 børn.

- Allar klagurnar, eg havi sæð, eru sera álvarsaman. Í nøkrum førum snýr tað seg um beinleiðis revsilógarbrot, sigur hon við DR Nyheder. Um upplýsingarnar frá Børns Vilkår er rættar, heldur Kirsten Ketscher, at leiðslan í Faderhuset hevur stóra ábrygd.