Facelift í september

Kappingin er hørð í sokallaða Golf-klassanum og allir mugu fylgja við í menningini. Toyota Corolla fáa eina "facelift" seinni í ár. Framman kemur bilurin at líkjast nýggja Corolla Verso

Í september 2004 verða Toyota Corolla nakað broyttir. At síggja til er broytingin størst framman við t.d. nýggjum kølaragittari, lyktum og kúfangara.

Innan vera eisini broytingar sum t.d. "Optitron" instrumentir, sum í Lexus og nýggja Corolla Verso.

Trygdin verður eisini betri. ESP, ella VSC sum Toyota nevna skipanina, verður nú standard. Skipanin rættar bilin upp, um hann t.d. glíður út í svingum. Eisini vera aktivar nakkastúttur, antispinn og bremsuassistentur standard.

Frá Toyota verður upplýst, at bilurin verður sera væl ljóðdoyvdur.


Myndatekstur:

Toyota Corolla kemur at líkjast Corolla Verso framman við t.d. nýggjum kølaragittari, kúfangara og lyktum