-Eg føldi meg stoyttan. Eg beri sjálvur brek, sigur Heini Festirstein, sum situr í koyristóli. Hann hevur meldað Facebook bólkin ?Út við teimum brekaðu? til løgregluna. Bólkurin ber heitið ?Út við teimum brekaðu?, og stovnarin av bólkinum er tann nógv umstríddi Hans Davidsen.
-Eg eri skelkaður inn á bein av at kunna staðfesta, at brekaði menniskju eru vælkomin í okkara kristnu samkomur, sigur Hans Davidsen millum annað á Facebook.
Hetta hevur fingið øði í Heina Festirstein, sum sjálvur hevur sitið í koyristóli í mong ár.
-Eg føldi meg avgjørt stoyttan, og bleiv eitt sindur illa við. Eg beri sjálvur brek, og eg kenni nógv fólk við breki og foreldur at brekaðum børnum, sum ikki finna seg í slíkum, sigur Heini Festirstein við portalin.
Tey, sum hava ferðast nógv á Facebook kennast helst við navnið Hans Davidsen.
Eftir øllum at døma er hetta ein følsk vangamynd, ið er upprættað, og viðkomandi hevur fleiri ferðir stovnað heldur víðgongdar bólkar á Facebook, eisini um lítla Markus, sum fyri stuttum var tikið frá foreldrum sínum.
Nú er túrurin so komin til tey brekaðu.
Heini Festirstein hevur ongar ætlanir um at lata hetta fara fram við borðinum, og hevur nú meldað málið til løgregluna.
-Eg vóni, at løgreglan finnur viðkomandi, ella í øllum førum fær atgongd til at sletta vangamyndina á Facebook, sigur Heini Festirstein, sum setir spurnartekin við, um Hans Davidsen hevur dirvið til at standa fram alment við hansara veruliga navni.










