Facebook vil steðga lygisøgum

Facebook vil gera tað truplari at lumpa fólk við følskum tíðindum og svikabrøgdum

Óteljandi lygisøgur og svikabrøgd eru í umferð á Facebook, og fólk, sum ikki vita betur, eru við til at spreiða lygisøgurnar við at deila tær og viðmæla tær.


Talan kann verða um falskar tíðindasøgur ella kappingar, sum hava til endamáls at lumpa okkurt burtur úr fólki.


Hetta ætlar Facebook at gera nakað við, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Millum átøkini eru, at Facebook sjálvt fer at avmarkað innlegg og dagføringar, sum eru villleiðandi. Eisini skulu søgur, sum eru undir illgruna fyri at verða skeivar, frámerkjast við einari ávaring.

Facebook hevur eisini givið sínum brúkarum møguleikan at boða frá, um tey síggja falskar tíðindasøgur á Facebook. Hesar søgur verður so kannaðar nærri av fólki frá Facebook.