Facebook er í sínari størstu kreppu, eftir at tað er komið fram, at Cambridge Analytica hevur brúkt persónligar upplýsingar hjá umleið 50 milliónum brúkarum á Facebook í sambandi amerikanska forsetavalið.
Facebook hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí tað er ov lætt at brúka og misbrúka privatar upplýsingar hjá brúkarunum.
Nú roynir Facebook seg við nýggjum átaki fyri at koma burtur úr kreppuni. Facebook hevur í dag kunngjørt, at tað frameftir verður nógv lættari hjá fólki at síggja, hvørjar upplýsingar Facebook hevur um tey, um teir verða deildir við onnur, og tað verður lættari at strika hesar upplýsingar.
Fleiri av hesum funktiónum hava verið tøkar á Facebook, men tær verða styrktar, og tað verður nógv lættari at finna tær.










