Facebook og aðrir sosialir miðlar hava ein stóran leiklut í nútíðar samskiftinum millum fólk. Fyritøkur hava sjálvsagt lagt seg eftir hesum nýggju miðlunum, men eisini politikarar, felagsskapir og áhugabólkar gera alsamt meira brúka av hesum miðlum.
Tað verður Jákup Justinussen, ið júst hevur lokið útbúgving innan Samskifti og miðlar á Bournemouth University í Onglandi, ið heldur fyrilesturin. Hann hevur skrivað høvuðsuppgávu um evnið, og var úrslitið so mikið gott, at hann skal leggja sítt arbeiði fram á akademiskari ráðstevnu á universitetinum í Milan tann 19.-20. september við heitinum ‘Nýggj rák innan politiskt samskifti’.
Jákup tekur útgangsstøði í valstríðnum hjá Barack Obama í 2012, har sosialir miðlar, so sum Facebook, høvdu ein týðandi leiklut í valstríðnum, og har hann á ein heilt nýggjan og øðrvísi hátt rakk út til veljararnar. Hildið verður, at nýggja rákið innan politiskt samskifti er til frama fyri fólkaræði, serliga við at engagera ungar veljarar sum aldrin áður, men verður eisini kritiserað fyri eitt lægri støði av politiskum engagementi frá veljarum (eisini nevnt clicktivism ella slacktivism).
Jákup Justinussen fer í sínum fyrilestri at koma inn á spurningar sum: Hvønn leiklut hava sosialir miðlar í dagliga lívinum hjá fólki? Hví verða hesir alsamt meira nýttir í politiskum samskifti? Hvussu gagna teir politikaranum og veljaranum? Hvussu kunnu teir nýtast væl? Og hvørja ávirkan kunnu teir hava á endaliga valúrslitið?
Fyrilesturin vendir sær til øll, ið fáast við samskifti – serliga politiskt samskifti. Her verður ikki bert hugsað um politikkarar og flokkar, men eisini felagsskapir, fakfeløg og annars áhugafeløg og einstaklingar, ið ynskja eitt gevandi samskifti við fólk.
Tað er Handilsskúlin á Kambsdali, sum skipar fyri fyrilestrinum, ið er almennur og ókeypis.