Ert tú troytt av tumlinum hjá Facebook? Nú fært tú fimm aðrar møguleikar at vísa tínum vinum, hvat tú heldur um teirra viðmerking.
Facebook fer nú at geva tær fimm nýggjar valmøguleikar. Kærleiki, Látur, Undran, Sorg og Vreiði verða nú lagt aftur at tumlinum. Komandi dagarnar vera teir eisini væntandi at síggja her á Facebook.
Tó so, eingin tummil niður møguleiki. Tað er tó heldur ikki óvæntað. Longu í fjør boðaði Mark Zuckerberg frá, at nýggir sonevndir knappar fóru at koma, men at niðurvendandi tummilin ikki fór at vera millum teirra.
Fyri at finna nýggju møguleikarnar, mást tú halda tummilknappinum inni. So koma nýggju valmøguleikarnir fram.