Viðkomandi umsitari kallar koppsetingina fyri eitt "eksperiment" við menniskjum, og haraftrat vil viðkomandi eisini vera við, at podingin hevur verið orsøk til deyðsføll.
Og uttan nakað sum helst prógv hevur umsitarin valt at skriva 11 nøvn á ein lista, sum eitur "Tey sum eru blivin dripin av prikinum ella poting eru....".
Nógv fólk hava viðmerkt hetta, og fleiri teirra eru sera ørg um hesa dagføring. Avvarðandi spyrja, hvat viðkomandi billar sær inn at lúgva um deyðan hjá navngivnu persónunum. Men viðkomandi heldur fast í sínum gitingum.
Um hetta er loyvt er sera ivasamt, og vit hava roynt at fingið fatur á fútanum fyri at hoyra nærri um hetta. Vit kanna málið nærri, tí umframt at líkjast ærumeiðing, so kann hetta eisini elva til óneyðugan ótta millum fólk.
Vit hava eisini roynt at sett okkum í samband við síðuna "Coronavitan" fyri at hoyra, hvør tað er, sum umsitur hana. Men viðkomandi vil ikki siga nakað navn - bara:
– Tað er ein hópur av fólki, sum er lokaliseraður um alt Føroyar og uttanlands.