Facebook setir milliardir av til amerikanska bót

Facebook hevur bæði fleiri brúkarar og størri umsetning enn væntað – sjálvt um tey seta milliardir av til bøtur.

Facebook setir sambært ársfjórðingsroknskapinum fimm milliardir dollarar – sum er yvir 33 milliardir krónur – av til eina møguliga bót frá amerikonskum myndugleikum.

Tann væntaða bótin skal vera revsing fyri ikki at verja privatar upplýsingar hjá brúkarum nóg væl.

Tað framgongur av ársfjórðingsroknskapinum handan stór sosiala miðilin.

Hóast lúrandi bótina letur Facebook ein roknskap, sum er størri enn greinarar høvdu væntað.

Tað eru bæði fleiri brúkarar og hægri umsetningur enn væntað.

Serliga vøksturin á myndagrundaða sosiala miðlinum Instagram eins og økta sølan av lýsingum pyntar tølini.

Talið av virknum brúkarum um mánaðin er vaksið við 8 prosentum til 2,38 milliardir.

Samlaði umsetningurin í ársfjórðinginum er øktur við 26 prosentum. Hann er 15,08 millardir dollarar – sum er gott 100 milliardir krónur. Greinarar høvdu roknað við einum nakað lægri umsetningi.

Amerikonsku handilsmyndugleikarnri – Federal Trade Commission – kanna í løtuni eina møguliga revsing við bót til Facebook. Tað er í sambandi við málið um misnýtslu av dátu hjá privatum brúkarum við bretska greiningarfelagið Cambridge Analytica.

 

/ritzau/Reuters