Hevur tú lagt merki til, at Facebook ikki riggar? Heldur ikki Instagram?
So ert tú ikki tann einasti.
Fyri eini 10 minuttum síðani sløkti Facebook, Instagram og WhatsApp hjá fleiri túsund brúkarum. Facebook eigur allar tríggjar sosialu miðlarnar, og allir pallarnir hjá Facebook eru hildnir uppat at rigga hjá nógvum um allan heimin nú.
Tá mann fer inn á heimasíðuna, koma eini feilboð fram. Tað er ógreitt, hvør orsøkin er, men nógvir stórir tøknimiðlar skriva um hetta nú, og á Twitter er nógvur aktivitetur, har fólk ikki skilja, hví teirra Facebook, Instagram og WhatsApp ikki rigga.
Starvsfólkini hjá Facebook eru varug um trupulleikan, og tey siga á almennu Twitter-síðuni, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.











